Vika Sex 2023 - Alment tiltak um kynssjúkur og fyribyrging
VIKA SEX 2023 – Alment tiltak um kynssjúkur og fyribyrging í Perluni í kvøld
Vika Sex hevur verið eitt afturvendandi átak í nøkur ár, har ljós hevur verið varpað á seksuel evni fyri at styrkja seksuella heilsu og trivnað.
Aftur í ár fer felagið Kyn út á miðnámsskúlarnar at hava seksualundirvísing í sambandi við Viku Sex.
Hetta er fjórða árið á rað, at føroyskir miðnámsskúlanæmingar fáa undirvísing í evnum sum kroppur, kenslur, kynssjúkur, fyribyrging, mørk, rættindi o.ø.
Undirvíst verður í Suðuroy, Vestmanna, Klaksvík, Tórshavn og á Kambsdali, og um 500 næmingar fáa undirvísing frá Kyn í ár.
Í ár hevur Kyn valt at leggja størri dent á kynssjúkur, og hvussu tær kunnu fyribyrgjast.
Kynsjúkur eru mest millum ung, tølini fyri tilburðir av kynssjúkum eru høg, og avleiðingarnar kunnu vera álvarsamar. Kynssjúkur kunnu tó fyribyrgjast, um upplýsingin er nøktandi.
Fram móti Viku Sex hevur Kyn lagt høvuðsdent á fyribyrging og kynssjúkur við m.a. at gera eina almenna spurnakanning um evnið og við ymiskum kunnandi tilfari á Instagram, TikTok og Facebook.
Skipað verður fyri almennum tiltakið hóskvøldið 9.feb. kl.19.00 í Perluni.
Evnið er fyribyrging og kynssjúkur.
Á skránni verður:
- Framnløga við Marini í Dali, lækna, um kynssjúkur í Føroyum og fyribyrging
- Undirvísingarfilmur og átaksfilmar verða vístir
- Úrslit av nýggju spurnarkanningini verða løgd fram av Christu R. Weihe.
- Sofaprát við
o Gunnhild Helmsdag, kommunulækni
o Mariu Reynstind, Bachelor í atferðarvísind
o Fía W. Poulsen, forkvinna í næmingaráðnum á Glasi
o Eyðbjørg Gaard, útbúgvingarlækni hjá Landslæknanum
Møguleiki verður at keypa nýggju Kyn-taskuna.
Kyn bjóðar ókeypis kaffi og køku.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.