Hendan síðan liggur undir: Til tey, sum vilja vita meira

Kynsligur ágangur og neyðtøka

Hvat er kynsligur ágangur og neyðtøka?

Kynsligur ágangur ella neyðtøka er, tá onkur hevur sex við einum, sum ikki hevur sagt ella víst, at viðkomandi hevur hug til sex. Neyðtøka er ein samlega uttan samtykki.

Kynsligur ágangur og neyðtøka kann vera, tá ein persónur hevur oralsex, analsex, samlegu í skeiðina við einum øðrum persóni uttan at hava fingið samtykki. Eftir at samtykkilógin bleiv samtykt í 2022 verður allur formur fyri kynsligari ger uttan samtykkið sæð, sum kynsligur ágangur ella neyðtøka.

Tað er eisini kynsligur ágangur, um ein t.d. verður tvungin til at síggja ein annan onanera ella til at hyggja eftir porno.

Tað er eisini kynsligur ágangur at hava sex við einum, sum ikki er førur fyri at samtykkja, t.d. um ein er uttan vit ella sera rúsað/ur.

Børn, ung, vaksin og persónar av øllum kynssamleikum og sannføringum kunnu koma út fyri kynsligum ágangi.

Kynsligur ágangur kann eisini fara fram á netinum ella á sosialum miðlum, t.d. við at deila myndir uttan samtykki.

Í flestu førum hendir kynsligur ágangur og neyðtøka millum tvey fólk, sum kennast. Fægstu tilburðirnir henda við, at ein fremmandur persónur brádliga leypur á ein annan.

Sambært grein 222 í revsilógini kann ein, ið hevur samlegu við barn undir 15 ár, verða dømdur í fongsul í upp til 8 ár.

Kynsligur ágangur millum ung

Tey flestu ungu, sum hava verið útsett fyri kynsligari markleysari atferð (grænseoverskridelser) og ágangi, eru útsett av øðrum ungum, sum tey kenna áðrenn ella hitta.

Kynsligur ágangur hendir ofta millum persónar, sum hittast til veitslu ella í býnum og millum persónar, sum eru í parlagi ella hava verið í parlagi.

Tað kunnu vera ósemjur, øvundsjúka og/ella avvístar kenslur, sum kunnu leiða til harðskap og ágang millum tveir ella fleiri persónar. Ein kann misskilja tekin og kropsmálið hjá einum øðrum.

Tað kann vera, at man hevur flirtað ella hevur verið heima saman fyrr. Men hóast, tú hevur flirtað ella mussast við einum, ella um tit eru farin heim saman, vil tað ikki siga, at tú hevur hug til sex. Tað er einans tú, sum ræður yvir tín kroppi og tínum lystum, og øll hava rætt til at ráða yvir egnum kroppi og seksualiteti.

Kynsligur ágangur er revsiverdur

Eftir at samtykkilógin bleiv samtykt í 2022, verður allur formur fyri kynsligari/seksuellari gerð uttan samtykki sæð sum kynsligur ágangur ella neyðtøka. Lógin sigur, at ein hevur ábyrgd av at tryggja sær, at allir partar ynskja at luttaka í tí kynsligu/seksuellu gerðini.

Um brótsmaðurin/kvinnan brúkti tvang ella harðskap, ella um tú gjørdi mótstøðu ella ikki, er ikki avgerðandi. Tað er heldur ikki avgerðandi, um tit kenna hvønn annan ella ikki. Ein skal ikki verða tvungin at geva samtykki. Samtykki skal gevast sjálvboðið, og samtykkið kann ikki gevast, um ein t.d. svevur ella er sera rúsað/ur.

Har eru serlig viðurskifti galdandi fyri kynsligan ágang ímóti børnum og ungum. T.d. er revsingin harðari, um man verður dømdur fyri kynsligan ágang ímót einum barni.

Reaktiónir eftir kynsligan ágang ella neyðtøku

Kynsligur ágangur og neyðtøka er ein skelkandi hending, sum kann ávirka fólk ymiskt, bæði kropsliga og kensluliga. Eftir slíkan tilburð kann eisini vera ymiskt, hvussu leingi tað tekur at koma fyri seg.

Hóast tilburðir eru ymiskir, eru nakrar eins reaktiónir, sum ofta vísa seg við hesum slagi av sálarligum trauma. Tað er ikki til at vita, hvussu ein reagerar í støðuni. Tey flestu uppliva eitt slag av skelki, sum kann ávirka atferðina. Fleiri persónar, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd føla, at tey áttu at borið seg øðrvísi at í støðuni.

Sum dømi eru mong, ið kenna eina skuldarkenslu, tí tey ikki hava sagt frá ella gjørt mótstøðu.

Fleiri, ið verða útsett fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, vísa ikki mótstøðu í støðuni. Tað er ein natúrlig reaktión at frysta ella føla seg lammaðan. Nøkur velja at ikki gera mótstøðu, tí tey verða bangin fyri, at ágangurin gerst verri/harðligari.

Hendingin er ongantíð tín skyld óansæð, hvussu tú reageraði í støðuni!

Um tú hevur verið útsettur fyri kynsligum ágangi, er tað týdningarmikið at leita sær hjálp til, hvussu man kann handfara fylgjurnar eftir ágangin.

Tað kann vera, at tú følir, at tað er tórført at tosa um, men tað er týdningarmikið, at tosa við ein persón, tú hevur álit á, og sum kann hjálpa tær. Tað kann vera ein, tú kennur, t.d. ein lærari ella ein vinur. Tað kann vera eitt stað, man kann venda sær til fyri at fáa hjálp og ráðgeving.

Ráðgeving og hjálp

Um tú hevur verið úti fyri einari neyðtøku ella neyðtøkuroynd innan fyri tann seinasta mánaðin, so kanst tú venda tær til neyðtøkutilbúgvingina á Landssjúkrahúsinum.

Um longri tíð er farin síðan ágangin, kanst tú venda tær til tín kommunulækna, sum kann hjálpa tær víðari við t.d. at geva tær ávísing til sálarfrøðing.

Um tú ynskir at melda ágangin, so kanst tú venda tær til løgregluna.

Livir tú í einum sálarliga ella kropsliga harðligum parlagi, so kanst venda tær til Kvinnuhúsið.