Seksuellu rættindini
Seksuellu rættindini eru undir heimsyvirlýsingini um mannarættindi hjá ST. Tá man hevur gjørt mannarættindi, hevur man hugsað, at nøkur rættindi eru alheimsrættindi, tvs. at tey eru galdandi fyri øll menniskju; óansæð kyn, kynsliga sannføring, rasu, tjóðskap, mentanarligt- og átrúnaðarligt grundarlag.
Hesi seksuellu rættindi eru galdandi fyri ung, og tey eru eisini galdandi fyri ung í Føroyum.
Seksuellu rættindini eru:
1) Øll ung hava rætt til, at eingin munur verður gjørdur á teimum orsakað av teirra kyni og seksualiteti
2) Øll ung hava rætt til samræði og luttøku í samfelagnum
3) Øll ung hava rætt til at ráða yvir egnum kroppi
4) Øll ung hava rætt til privatlív
5) Øll ung hava rætt til at hava ræði á egnum kyni og seksualiteti
6) Øll ung hava rætt til at frambera sín hugburð um kyn og seksualitet
7) Øll ung hava rætt til heilsutilboð, sum mennir teirra seksuellu heilsu og trivna
8) Øll ung hava rætt til vitan, undirvísing og ráðgeving um kropp, seksualitet og seksuella heilsu
9) Øll ung hava rætt til sjálvi at velja, um tey vilja giftast, og um tey vilja hava børn – og í so fall nær
10) Øll ung hava rætt til, at landið stuðlar teimum, so at teirra seksuellu rættindi verða gingin á møti