Vælkomin til okkara brævkassa
Tú ert altíð vælkomin at skriva til brævkassan hjá Kyn. Tú kann skriva til okkum um kropp, kenslur, fyribyrging, seksualitet, sexsjúkur, mørk, sex og nógv annað.
Brævkassin er altíð opin, men tað kann taka nakrar dagar, til tú sært svarið. Svartíðin kann væntast at verða 7-10 dagar.
Svarið er dulnevnt
Svarið kemur út á síðuna hjá Kyn. Áðrenn vit svara, syrgja vit fyri, at man ikki kann síggja, hvør spyrjarin er. Vit koyra aldrin navn í svarið, og vit syrgja eisini fyri, at svarið ikki kann sporast aftur til ein ávísan persón.
Við at spyrja ein spurning til brævkassan hjá Kyn, so kanst tú verða við til at onnur eisini fáa svar uppá spurningar tey hava.
Hvør svarar?
Tað eru seksualundirvísarar hjá Kyn, sum svara tínum spurningi. Í okkara toymi eru m.a. læknar, sálarfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur, lærarar og námsfrøðingar.
Um vit verða stúrin um teg, og tú ert undir 18 ár
Lógin í Føroyum sigur, at um tú fortelur okkum okkurt álvarsamt viðvíkjandi tíni trygd ella trivnaði, skulu vit geva upplýsingar til myndugleikarnir td. løgregluna ella barnavernd, so tey kunnu hjálpa tær.