Kroppur
Kroppurin er tann fysiski parturin av at vera menniskja. Vit hava likamslutir, so sum armar, bein, kynsgøgn, húð, slímhinnur, vøddar o.s.fr. Kroppurin følir kulda og hita, svongd, gleði, sorg og eisini seksuellan hug.
Kroppar eru ymiskir, vit hava kroppar við kvinnuligum kynsgøgnum og mannligum kynsgøgnum, vaksnar kroppar og barnakroppar, sjúkar kroppar og frískar kroppar. Líka mikið, hvønn kropp man hevur, so er hann so fantastiskur, at man er noyddur at vera góður við hann, rósa honum, takka honum og geva honum nøkur góð orð á vegnum, tá man hyggur í spegilin.
Mannligu kynsgøgnini
Mannligu kynsgøgnini kunna býtast í uttaru og innaru kynsgøgn.
Uttaru kynsgøgnini
Uttaru kynsgøgnini hjá manninum eru penis og pungurin. Uttaná penis liggur forhúðin. Penishøvdið kemur ofta undan forhúðini. Ikki allir menn hava forhúð, t.d. kann hon vera ov trong og tí skorin burtur undir skurðviðgerð.
Í punginum liggja steinarnir og hjásteinarnir.
Mannfólk hava hár á punginum og runt um kynsgøgnini.
Penis
Er settur saman av bólgnulikam, kørum og nervum. Í penis liggur eisini urinrørið. Tá ein maður fær stívan penis, fyllast bólgnulikamini við blóði, soleiðis at penis verður longri, tjykkri og harðari. Tá penis veksur, verður forhúðin hálað aftur, so penishøvdið kemur fram.
Innaru kynsgøgnini
Innaru kynsgøgnini eru millum annað: sáleiðararnir, sáðbløðrurnar og bløðruhálskertilin. Eisini liggja urinrørið og urinbløðran tætt at innaru kynsgøgnunum.
Steinarnir
Dreingir og menn hava tveir steinar. Í steinunum verða sáðkyknurnar og kynshormonini gjørd. Vanligt er, at vinstri steinur hongur longur niðri enn høgri.
Steinarnir hanga niður frammanfyri kroppin, og tað ger, at hitin hjá teimum er tvey hitastig lægri enn kropshitin, ið er 37 hitastig. Hesum hitanum trívast sáðkyknurnar betur í.
Frá at ein drongur kemur í kynsbúning, gera steinarnir hvønn dag meiri enn 100 milliónir sáðkyknur. Sáðkyknurnar ferðast um 6-7m frá testiklunum til endan av urinrørinum, og hendan ferðin tekur um 20 dagar.
Hjásteinarnir
Hjásteinarnir sita á baksíðuni á hvør sínum steini. Í hjásteinunum liggja sáðkyknurnar í tvær vikur og búnast, áðrenn tær ferðast víðari gjøgnum sáðleiðararnar.
Sáleiðararnir
Tveir sáleiðarir eru frá bitestiklunum, upp til baksíðuna á bløðruni og enda við endan av sáðbløðruni.
Sáðbløðrurnar
Sáðbløðrurnar eru tvær uml 5 cm langar bløðrur, ið liggja á hvør síni síðu á bløðruhálskertlinum. Í sáðbløðrunum verður ein sáðvæta gjørd, og sáðbløðrurnar eru sum ein goymsla hjá sáðvætuni. Tær gera uml. 2/3 av sáðvætuni, ið sáðkyknurnar koma í og ferðast víðari við til endan av penishøvdinum.
Bløðruhálskertilin
Beint undir urinbløðruni liggur bløðruhálskertilin (prostata). Bløðruhálskertilin er á stødd við eina valnøt. Bløðruhálskertilin ger eisini eina vætu, ið sáðkyknurnar ferðast í. Tað er her, meginparturin av vætuni, sáðkyknurnar ferðast í, verður gjørd.
Bløðruhálskertilin kann røkkast og stimulerast við at koyra ein fingur upp í endatarmin. Hann er sera viðkvæmur og verður tí onkuntíð brúktur undir samlegu.
Urinrørið
Urinrøri rennur frá urinbløðruni og ígjøgnum bløðruhálskertilin til opningin á glanspenis. Tá menn hava avgongu, ferðast bæði urin og sáð gjøgnum urinrørið. Tá ein pissar, verður kanalin, ið sáið kemur út gjøgnum, stongd. Tá sáð kemur út, verður ovari partur av urinrørinum stongdur.
Bløðran
Landið / urinið savnast í bløðruni. Frá bløðruni rennur landið út ígjøgnum urinrørið. Sáð kemur eisini úr urinrørinum.
Avgonga
Tá ein maður hevur avgongu, rennur sáðvæta við sáðkyknum frá sáðbløðruni og bløðruhálskertlinum inn í urinrørið. Vøddar rundan um urinrørið trekkja seg saman, og soleiðis veðrur sáðið sproytað út ígjøgnum urinrørið.
Kvinnuligu kynsgøgnini
Kynsgøgnini hjá kvinnuni kunna býtast í uttaru og innaru kynsgøgn.
Uttaru kynsgøgnini
Uttaru kynsgøgnini hjá kvinnuni eru “venus-fjallið”, uttaru kynsvarrarnar, innaru kynsvarrarnar, klitoris, urinrørið, skeiðin/vagina og millumkjøtið. Felagsheitið fyri uttaru kynsgøgnini hjá kvinnuni er vulva.
“Venus-fjallið” liggur yvir kynsbeininum. Tað er eitt fitikent umráði, har kynshár vaksa.
Uttaru kynsvarrarnar
Uttaru kynsvarrarnar røkka frá “venus-fjallinum” og til botnin av skeiðini, har millumkjøtið byrjar.
Uttaru kynsvarrarnar eru húð og tað er vanligt, at tað vaksa kynshár á teimum.
Tær fjala ofta skeiðina, klitoris og urinrørið.
Innaru kynsvarrarnar
Innaru kynsvarrarnar liggja innanfyri uttaru kynsvarrarnar.
Hóast navnið, so eru innaru kynsvarrarnar ofta longri enn tær uttaru og liggja tískil ikki altíð fjaldar.
Innaru kynsvarrarnar hava slímhinnu og tískil ongan hárvøkstur.
Klitoris
Klitoris er har, sum innaru kynsvarrarnar møtast frammeftir/uppeftir. Tann parturin av klitoris, sum ein sær, nevnist klitorishøvdið, og hetta er bert ein lítil partur av klitoris. Restin av klitoris liggur fjalt inni í skeiðini. Klitoris er tað mest viðkvama økið á kvinnukroppinum.
Urinrørið
Urinrørið liggur undir klitorishøvdinum, og tað kann eisini liggja eitt vet inni í opninginum til skeiðina. Urinrørið kann vera torført at síggja, men tað er her, pissið kemur út.
Millumkjøtið
Millumkjøtið er umráðið millum opningin til skeiðina og baktarmsopningin. Umráðið hevur nógvar nervaendar og er tískil viðkvæmt.
Innaru kynsgøgnini
Innaru kynsgøgnini hjá kvinnuni eru: skeiðin, lívmóðurhálsurin, lívmóðurin, eggjaleiðararnir, eggjastokkarnir og urinbløðran.
Skeiðin/vagina
Skeiðin er 7-10cm long, hevur skap sum eitt rør og strekkir frá vaginalopninginum til lívmóðurhálsin.
Skeiðin er gjørd av vøddum, sum eru fjaldir av slímhinnu. Vøddarnir gera tað møguligt hjá skeiðini at víðkast og trekkja seg saman. T.d. víðkast skeiðin, tá ið eitt barn verður føtt, men kann eisini vera trekt saman, so t.d. eitt tampax liggur uppá pláss. Slímhinnan verjir skeiðina og heldur hana fuktiga.
Skeiðin kann broytast í longd og breidd undir samlegu, og tá kvinnan verður seksuelt tendrað.
Lívmóðurhálsur/cervix
Lívmóðurhálsurin er ein 2-3cm langur rørformaður strukturur, sum er framhaldandi frá lívmóðurini. Lívmóðurhálsurin bindur lívmóðurina og skeiðina saman, og tað er her, sáðið sleppur inn í lívmóðurina, og eisini her menstruatiónsblóðið kemur út úr lívmóðurini. Tað er í lívmíðurhálsinum, at tað mesta av útflotinum verður gjørt.
Í Føroyum fáa kvinnur í aldrinum 25-64 ár bjóða screening fyri lívmóðurhálskrabba. Alt eftir hvussu gomul kvinnan er, verður kanningin bjóða 3. ella 5. hvørt ár. Kanningin verður gjørd hjá kommunulækna. Læknin tekur eina kyknuroynd frá lívmóðurhálsinum við eini lítlari “bust”. Hareftir verður kyknukanningin send til víðari kanningar. Hetta er ein fyribyrgjandi kanning móti krabbameini í lívmóðurhálsinum.
Lívmóðurin
Lívmóðurin hjá teimum flestu vaksnu kvinnunum er áleið 7,5cm long, 70 gram tung og er á stødd við ein knýttan neva. At síggja til líkist hon eini keylu, sum vendir á høvdinum.
Lívmóðurin er gjørd úr vøddum. Inni í lívmóðurini er eitt holrúm, sum vanliga ikki er eitt opið hol, tí veggirnir liggja upp at hvørjum øðrum. Tað er í hesum holrúminum, at eitt fostur liggur, og at eitt barn kann vaksa í einum barnsburði.
Vøddarnir í holrúminum eru fjaldir av eini slímhinnu, sum verður ávirkað av menstruatiónscyklus. Hvønn mánaða ger slímhinnan seg klára til at taka ímóti einum gitnum eggi, men um eggið ikki er gitið, skýtur lívmóðurin slímhinnuna frá sær. Hetta ger, at man bløðir og hevur menstruatión. Kemur harafturímóti eitt gitið egg, sum setir seg fast í slímhinnuna í lívmóðurini, so fær kvinnan ikki menstruatión.
Eggjaleiðararnir
Eggjaleiðararnir eru 10-12cm langir rørformaðir strukturar, ið røkka frá ovast á lívmóðurini til eggjastokkarnar. Eggjaleiðararnir føra eggini frá eggjastokkunum til lívmóðurina. Tað er ofta í eggjaleiðarunum, at eggið verður gitið.
Eggjastokkarnir
Kvinnur hava tveir eggjastokkarnir. Teir eru eggformaðir og liggja á hvør síni síðu av lívmóðurini.
I eggjastokkunum eru eggin gjørd, búnað og goymd. Øll eggini hjá eini gentu eru longu gjørd, tá hon verður fødd, og man fær ikki nýggj egg seinni í lívinum. Samanborið við sáðkyknurnar hjá manninum, so veða tær gjørdar alt lívið.
Tá ið kvinnan hevur eggloysn, loysnar eitt egg frá einum eggjastokki. Kvinnan hevur vanliga eggloysn einaferð um mánaðin.
Um sáð og egg møtast, verður hetta til ein graviditet, og kvinnan verður við barn. Um menstruatiónin er reglulig, kann man rokna við at hava eggloysn tvær vikur áðrenn menstruatiónina. Men tað er ikki altíð, at man hevur regluliga menstruation, serliga ikki í tannárunum.
Bløðran
Bløðran er eitt vøddalikam, og tað er í bløðruni, at landið/pissið savnast. Frá bløðruni fer landið ígjøgnum urinrørið.
Urinrørið hjá kvinnuni er stutt og liggur tætt við skeiðina og endatarmsopningin. Tá ein kvinna hevur verið á wc, er tað týdningarmikið, at kvinnan turkar sær aftureftir móti endatarmsopninginum, so at bakteriur ikki verða turkaðar fram í urinrørið og kunnu geva bløðrubruna.
Eisini skulu kvinnur minnast til at pissa eftir sex fyri at skola møguligar bakteriur út og fyribyrgja bløðrubruna.