Mørk og samtykki
Mørk
Tað, sum er eitt mark fyri teg, er møguliga ikki eitt mark hjá einum øðrum, og tí er hetta eisini ein týdningarmikil partur av at verða intimur saman. Tað hevur týdning at merkja eftir, hvar tíni mørk eru, og hvar mørkini hjá tí, sum tú ert saman við, eru.
Mørk kunnu flyta seg, alt eftir ávísu støðuni, og hvørjum man er saman við.
Samtykki
Samtykki er nakað, man gevur, og nakað, man fær. Tað vil siga, at man gevur einum loyvi til nakað, og man fær loyvi til nakað. T.d. at flirta, mussa ella at hava samlegu.
Tað er týdningarmikið at tryggja sær, at man hevur fingið samtykki, áðrenn man fer í song saman. Men tað er eisini týdningarmikið, at man hevur givið samtykki.
Hvussu spyr man um samtykki?
Man kann t.d. Spyrja: “hevur tú hug?”, “hvussu følist hetta?”, “kann eg mussa teg?” ella “hevur tú hug at vera saman?”
Hvussu gevur man samtykki?
Man kann geva samtykki munnligt við t.d. at siga “ja, hatta følist gott. Blív við.”
Man kann eisini vísa samtykki við andlitsbrá ella kropsmáli.
Kann man taka samtykki aftur?
Ja. Tú kann altíð siga: “eg havi ikki hug allíkavæl”, “eg vil ikki meira”, “steðga” ella “nei”.
Sex við samtykki
Sex við samtykki er, tá man hevur samlegu trygt og við virðing, og man hvørki er tvungin fysiskt ella psykiskt.
Øll hava avgerðarrætt yvir egnum kroppi, og tí avgerð man sjálv/ur, hvønn man hevur sex við, og nær man velir at hava sex. Tað skal altíð vera við samtykki frá hinum persóninum.
At ivast
Um tú ivast, um tú hevur fingið samtykki, so skalt tú spyrja. Td. kann man spyrja, um viðkomandi enn hevur hug.
Um tú ivast í, um tú hevur hug til sex, so royn at seta orð á tað. Man kann t.d. siga: “eg havi brúk fyri, at vit bíða. Kunnu vit gera hetta í staðin?” ella “eg havi ikki hug at fara allan vegin í kvøld.”
Sex uttan samtykki
Sex uttan samtykki kann enda við at gerast kynsligur ágangur ella neyðtøka. Tað er ólógligt at hava sex uttan samtykki. Tí er tað sera týdningarmiki at tryggja sær, at man hevur samtykki - eisini meðan man hevur samlegu. Um tann, tú hevur samlegu við, brádliga broytist, ikki hyggur uppá teg meira ella kropsmálið broytist, so spyr viðkomandi t.d. “hevur tú enn hug?”, “Hevur tú broytt meining?”, “hevur tú hug at bíða?” ella Hevur tú hug at steðga?”
Onnur orð fyri samtykki:
At verða samd
At fáa loyvi
At geva loyvi
At geva lov til
At taka undir við
At góðkenna
At góðtaka
Consent