Hendan síðan liggur undir: Til tey, sum vilja vita meira

Seksualitetur og kyn 

Kyn og seksualitetur eru tætt knýtt at lívfrøði, mentan, menniskjaligum relatiónum og sosialum normum.

Ofta verður skilt ímillum lívfrøðiligt og sosialt kyn. Tað, sum á enskum kallast sex og gender.

Lívfrøðiliga kynið tekur støði í kropsligum fortreytum og eginleikum, sum vanliga skilja menn og kvinnur, so sum kromosom, kynsgøgn, hárvøkstur og rødd.

Sosiala kynið verður harafturímóti ávirkað av rollum, væntanum, normum og mentan. Yvirskipað verður kyn fatað sum eitt dynamiskt hugtak, har persónligar upplivingar og samfelagslig ávirkan eru í einum støðugum samspæli.

Ein av mátunum, sum vit bera okkum fram sum menniskju, og sum hongur saman við okkara kyni, er okkara seksualitetur. Tá vit tosa um seksualitet, tosa vit ofta um hvørjum kyni, vit eru drigin at, og hvat kyn vit føla okkum sum. Hetta kallast eisini kynslig sannføring og kynsligur samleiki.

Kynslig sannføring (sexual orientation) er, hvørjum tú hevur hug á, hvørjum tú verður forelskaður í. Tú kann verða hetero-, bi- ella homoseksuellur.

Kynsligur samleiki (sexual identity) er tín kynsligi identitetur. Vit eru øll fødd í einum lívfrøðiligum kroppi, men tað er ikki hjá øllum, at tað lívfrøðiliga og sosiala kynið samsvarar.

Tey allarflestu identifisera seg við sítt lívfrøðiliga kyn. Tey eru tað, man kallar cis-/viðkyn. Men tey, sum ikki identifisera seg við sítt lívfrøðiliga kyn, kunnu vera non biner ella tvørkynd. Non biner eru hvørgan maður ella kona, men eitt stað ímillum. Tvørkynd identifisera seg ikki við sítt lívfrøðiliga kyn.

Seksualitetur er nátúrligur

Seksualitetur er nátúrligur og er eitt úrslit av einum samspæli millum lívfrøðiligar, sálarligar og sosialar kreftir. Tað er sostatt vanligt, at seksuellar upplivingar broytast frá støðu til støðu og í takt við, at lívið gongur. Sekualiteturin er við øðrum orðum kontekstuellur. Hann eksisterar ongantíð í einum tómrúmi, men er ein biologisk treyt, eitt persónligt eksistentiali og ein sosial konstruktión.

Vit møta ymsum áskoðanum av kyni allastaðni – í skúlanum, á útbúgvingini, í miðlunum, á arbeiðsplássinum, hjá politikkarum, millum vinir og nógva aðrastaðni. Summi vilja vera við, at menniskja hevur eina serliga náttúru, sum er givin við okkara lívfrøðiliga kyni. Tí verður ofta hildið, at fólk við kvinnuligum kropsligum eyðkennum eisini hugsa, føla og bera seg at á ein kvinnuligan hátt. Men hvussu stór ávirkan lívfrøðilig viðurskifti í veruleikanum hava á okkum, er trupult at siga. Mátarnir at vera maður ella kvinna, maskulinur ella feminin, eru sera fjølbroyttir.

Normar í samfelagnum seta ofta karmar fyri, hvussu kyn og seksualitetur verða fatað. Ein av normunum, sum ofta er, er, at fólk eru heteroseksuel, og tað kann vera trupult, um man ikki er heteroseksuellur, tí hvør skal so vera normskapandi fyri ein?

Mátarnir at úttrykkja kyn, kropp og seksualit kunnu sýnast óendaligir. Hvussu kyn er bundið at kroppi og seksualiteti, og hvønn týdning seksualitetur hevur fyri kyn, er individuelt.

Hvat er sex?

Tað fyrsta, sum kemur fleiri til hugs, tá ið tosað verður um sex, er samlega ella penetrationssex. Sex er tó meiri enn tað.

Man kan siga, at sex er tað, sum ein verður graður ella sexuelt tendraður av. Tað kann t.d. vera av at mussast, at ein sjálvur ella onkur annar følir uppá kroppin hjá einum, at onanera, analsex ella oralsex.

Sex kann eisini vera at ímynda sær okkurt sum øsir/tendrar ein, at fjasast við onkrum, at leiðast, at hyggja eftir porno ella sex-kjatta.

Sex er bæði ein fysisk og mental uppliving – altso nakað sum gongur fyri seg bæði í heilanum og ímillum menniskju ella við kroppinum hjá einum sjálvum.

Fleiri byrja at hava sex, tá ið tey eru tannáringar ella í tjúgunum. Ofta byrjar man við at onanera og síðan seinni at hava sex við einum partnara.