Hendan síðan liggur undir: Til tey, sum vilja vita meira

Sexsjúkur 

Tá tú hevur sex, kanst tú blíva smittaður við Sexsjúkum. Tað er galdandi fyri bæði penetrationssex, oralsex og analsex. Eitt annað orð fyri sexsjúkur er kynssjúkur

Tað finnast nógvar ymiskar sexsjúkur m.a.:

  • Klamydia
  • Kynsvørtur
  • Herpes
  • Gonorré
  • Trichomonas
  • Syfilis
  • Hiv

Nakrar sexsjúkur minna um hvørja aðra, meðan aðrar sexsjúkur eru heilt ymiskar, bæði í mun til smittuhátt, sjúkueyðkenni, viðgerð og fylgjur.

Summar sexsjúkur kanst tú fáa viðgerð fyri, ið gera, at sjúkurnar hvørva, meðan aðrar sexsjúkur sleppur tú ongantíð av við.

Sexsjúkur kunnu koma av bakteriu ella virus. Yvirskipað er munurin, at bakteriellar sexsjúkur kunnu viðgerast við antibiotika, meðan tær viralu verða verandi í kroppinum og kunnu koma fram í útbrotum restina av lívinum.

Tað eru ikki allar sexsjúkur, ið geva sjúkeyðkenni. Um tú hevur havt sex uttan fyribyrging, kanst tú ikki við vissu vita, um tú hevur eina sexsjúku ella ikki. 

Kanning fyri sexsjúkur

Tú kanst kannast hjá lækna, við at læknin tekur eina roynd, t.d. landroynd, potan frá kynsgøgnum ella blóðroynd, og ofta hyggur læknin at kroppinum og kynsgøgnunum fyri at meta um sjúkueyðkennini. 

Hvat geri eg, um eg møguliga eri smittað/ur?

Um tú hevur havt sex uttan fyribyrging, t.d. hít, ert tú møguliga smittaður við eini sexsjúku. Av tí at allar sexsjúkur ikki geva sjúkueyðkenni, t.d. klamydia, gonorré og HIV, eigur tú at fara til kommunulækna og lata teg kanna, um tú hevur havt sex uttan fyribyrging.

Fært tú sjúkeyðkenni, so sum svia ella útslett á t.d. kynsvarrar, penis ella endatarmsopningin, verður viðmælt at lata teg kanna hjá einum lækna.

Klamydia 

Klamydia er ein av mest vanligu sexsjúkunum í Danmark og í Føroyum. Fyri at fáa klamydiu, mást tú vera smittað/ur av einum øðrum persóni.

Bakterian, ið tú ert smittað/ur við, kallast chlamydia trachomatis. Klamydia smittar lætt, og kann tí eisini spjaðast skjótt frá millum persónar.

Hjá kvinnum/gentum, setir bakterian seg í lívmóðirhálsin, ovast í skeiðini og í urinrørið. Hjá monnum/dreingjum setir hon seg í urinrørið.

Bæði hjá kvinnum og monnum kann bakterian spjaða seg víðari til tey innaru kynsgøgnini. Hetta kann geva bruna í eggjaleiðararnar hjá kvinnum og í bitestikklarnar hjá monnum. Bæði kvinnur og menn kunnu fáa klamydia í endatarmin, í hálsin og í eygað.

Klamydia smittar við slímhinnukontakt. Slímhinna er millum annað í skeiðini, á penis, í endatarminum og í munninum. Tí smittar klamydia við kontakt ímillum kynsgøgn og eisini við oral- og analsex. Tú fyribyrgir klamydia við at nýta hít.

Klamydia kann smitta í munnin, um ein gevur einum øðrum oralsex uttan fyribyrging, t.d. hít. Tó kanst tú ikki blíva smittað/ur við klamydia, um tú kyssir ein smittaðan persón á munnin. Eisini kann klamydia smitta, um pre-sáð, sáð ella væta úr skeiðini kemur í samband við slímhinnurnar. Somuleiðis kanst tú vera smittaður við sexleikum, um tær koma í samband við slímhinnur frá persónum, sum hava klamydia.

Tað eru ikki øll, ið merkja ella síggja, at tey hava klamydia. Tað eru bert umleið helvtin av teimum smitturaktu, sum fáa sjúkueyðkenni. Hini vita ikki, at tey eru smittað, og kunnu tí lætt smitta onnur, uttan at vita av tí.

Um tú fært sjúkueyðkenni, fært tú hesi allarhelst 1-3 vikur eftir smittu. Sjúkueyðkennini kunnu vera útflot frá urinrørinum, sviði og pína, tá ið man pissar. Kvinnur kunnu eisini fáa økt útflot og plettbløðing í samband við sex. Um smitta er í endatarminum, kann tað vísa seg sum pína í endatarminum, útflot og onkuntíð diarré. Um smitta er í hálsinum, kanst tú fáa ilt í hálsin og hava tekin til hálsbruna.

Um tú hevur havt sex uttan fyribyrging, ella hevur illgruna um smittu, skalt tú seta teg í samband við kommunulækna. Tá man verður kannaður fyri klamydia, ger kommunulæknin eina landroynd ella potar úr urinrørinum og/ella skeiðini. Í nógvum førum ber eisini til at gera eina potan sjálv í skeiðini, eftir leiðbeining frá kommunulæknanum. Tí er ikki altíð neyðugt við undirlívskanning.

Tá tú verður kannað/ur fyri klamydia, verður tú í somu kanning kannað/ur fyri gonorré. Tú fært svar eftir nakrar dagar. Áðrenn svarið fyriliggur, verður viðmælt at nýta hít.

Klamydia verður viðgjørt við antibiotika, ið tú fært útskrivað frá læknanum. Umráðandi er at nýta hít, meðan tú er í viðgerð og 14 dagar eftir endaða viðgerð.

Um tú hevur fingið staðfest klamydia, skalt tú boða sexpartnarum, sum tú hevur havt seinasta árið, frá, so tey eisini kunnu lata seg kannað.

Um klamydia ikki verður uppdagað og viðgjørt, kunnu kvinnur fáa undirlívsbruna, ið kann elva til, at tað verður trupult hjá kvinnuni at fáa børn, ella, í ringasta føri, at kvinnan gerst steril, tvs. kann ikki fáa børn. Menn kunnu fáa bruna í bitestikklarnir, ið eisini kann elva til sterilitet, um ikki tað verður viðgjørt.

Gonorré 

Gonorré er ein sexsjúka, har tú verður smittaður við eini bakteriu, ið kallast neisseria gonorrhoeae.

Gonorré smittar við slímhinnukontakt. Slímhinna er millum annað í skeiðini, á penis, í endatarminum og í munninum. Tí kann gonorré smittast við kontakt ímillum kynsgøgn og eisini við oral- og analsex.

Bakterian kann sita í urinrørinum, í skeiðini, á lívmóðurhálsinum, í endatarminum og í hálsinum.

Gonorré smittar ikki, um tú mussar ein smittaðan á munnin.

Tú fært ikki altíð sjúkueyðkenni, um tú ert smittað/ur við gonorré, men um tú fært sjúkueyðkenni, koma tey vanliga fáar dagar til 2-3 vikur eftir smittu.

Sjúkueyðkennini kunnu vera økt útflot, illaluktandi útflot og/ella sviði og pína, tá man pissar. Kvinnur kunnu fáa plettbløðingar frá skeiðini, og menn kunnu fáa pínu og gerast hovnir í punginum. Um smitta er í endatarminum, kann tað vísa seg sum pína, skriði og bløðing úr endatarminum. Um smitta er í hálsinum, kanst tú fáa ilt í hálsin og tekin til hálsbruna.

Um tú hevur havt sex uttan fyribyrging, ella hevur illgruna um smittu, skalt tú seta teg í samband við kommunulækna. Kommunulæknin ger eina landroynd ella potar úr urinrørinum og/ella skeiðini. Tú fært svar eftir nakrar dagar. Áðrenn svarið fyriliggur, verður viðmælt at nýta hít.

Tá tú verður kannaður hjá lækna fyri gonorré, verður tú í somu kanning eisini kannaður fyri klamydia.

Gonorré verður viðgjørt við antibiotika, ið tú fært útskrivað frá læknanum. Umráðandi er at nýta hít, meðan tú er í viðgerð og 14 dagar eftir endaða viðgerð.

Um gonorré ikki verður uppdagað og viðgjørt, kunnu kvinnur fáa undirlívsbruna, ið kann elva til, at tað verður trupult hjá kvinnuni at fáa børn, ella, í ringasta føri, at kvinnan gerst steril, tvs. kann ikki fáa børn. Menn kunnu fáa bruna í bitestikklarnir, ið eisini kann elva til sterilitet, um tað ikki verður viðgjørt.

Tú fyribyrgir gonorré við at t.d. nýta hít.

Syfilis 

Syfilis er ein sexsjúka. Um tú ert smittaður við syfilis, hevur tú fingið bakteriuna treponema pallidum. Syfilis er ikki serliga útbreidd í Føroyum ella Danmark. Flestu fólk, sum verða smittað við syfilis í dag, eru smittað í útlondum. Syfilis er til dømis meira útbreitt í Asia og Afrika.

Tú kanst verða smittaður við syfilis, um tú hevur sex í skeiðini, oral- ella analsex. Eisini kanst tú smittast við at mussa ein, ið hevur útbrot rundan um munnin. Smitturaktar kvinnur, ið eru við barn, kunnu smitta fostrið eftir 10.viku í graviditetinum.

Sjúkugongdin og sjúkutekinini verða deild upp í trý stig.

Fyrsta stig: Syfilis gevur fyrst eitt lítið sár. Hesi kunnu vera nær við, á, og í kynsgøgnunum og endatarminum. Eisini rundan um og í munnum. Sárini eru pínufrí. Tað kann vera trupult at leggja merki til hesi sárini, um tey sita uppi í skeiðini ella inni í endatarminum. Tætt við sárini kunnu lymfukertlarnir hovna. Sárið fer burtur innan 2-6 vikur.

Annað stig: Umleið 6-8 vikur eftir smittu kann útslett koma um allan kroppin. Eisini kann ein merkja vera illa fyri við fepuri og eymleika í vøddunum.

Triðja stig: Í hesum stigi kunnu lívshættislig sjúkutekin koma fyri, m.a. bruní í nervaskipanini og heilanum, lamilsi, sinnissjúka, og ein kann gerast blindur. Triðja stigið kemur vanliga 5-20 ár eftir smittu.

Um tú hevur illgruna um smittu, skalt tú venda tær til tín kommunulækna. Læknin kannar fyri syfilis við at taka eina blóðroynd, og við at kanna møguligu sárini. Blóðroyndin kann takast nakrar vikur eftir smittu, men í summum førum tekur tað upp til 12 vikur, áðrenn smittan kann síggjast í blóðroynd. Tí verður viðmælt, at blóðroyndin verður endurtikin eftir 1-2 vikur, og upp til 3 mánaðir, um ein hevur illgruna um smittu.

Um syfilis verður staðfest tíðliga, er tað lætt at viðgera. Viðgjørt verður við antibiotika, ið verður givið sum sproyta í vødda. Hvussu nógva og langa viðgerð ein skal hava, verður avgjørt í mun tilhvat stig av smittu ein er á.

Tú fyribyrgir syfilis við t.d. at nýta hít.

Herpes (HSV) 

Tá tú ert smittað/ur við herpes, ert tú smittaður við herpes simplex-virus (HSV). Herpes er ein vanlig sjúka og verður býtt upp í tveir bólkar, HSV1 og HSV2.

HSV1: kallast herpes labialis. Vísir seg sum sár á og rundan um varrar, og vanliga nevnt “munnsár”. HSV1 kanst tú hava, hóast tú ikki hevur havt kynsligt samband við nakran. Tað smittar lætt, við at t.d. foreldur mussa børn, ella at børn deila kopp við annað barn, ið er smittað. Uml. 80% av øllum vaksnum hava verið útsett fyri HSV1.

HSV2: Kallast herpes genitalis. Vísir seg sum sár á og við kynsgøgn ella endatarmin. Umleið 20% av vaksnum eru smittað við HVS2.

Bæði HSV1 og HSV2 kunnu smitta á varrunum, kynsgøgnunum og við endatarmin. Fyrstu tekin til herpes útbrot eru pína, sviði, hævilsi, skriði og roði - antin á varrunum, kynsgøgnunum ella við endatarmin. Síðani koma smáar vætufyltar bløðrur, ið bresta og verða til sár. Tað er herpes sárið og økið rundan um, ið smittar. Tú smittar, ímeðan tú hevur sár, og beint áðrenn sárið brýtur út.

Herpes smittar við kontakt ímillum kynsgøgn, og eisini við oral- og analsex. Eisini kann herpes smitta við kossi, og við at nerta við sárini, ið eru í útbrot. Um tú hevur nortið eitt herpes sár við tínum fingrum, eigur tú at vaska tær um hendurnar, so tú ikki at smittar onnur, ella verður smittað/ur av óvart.

Sum oftast verða fólk smittað við HSV1 (munnsár), sum barn ella ung. Um tú hevur munnsár, verður mælt til ikki at kyssa onnur, ímeðan útbrotini eru.

Hóast tú ert smittað/ur við HSV2, kanst tú hava eitt vanligt samlív. Tó skalt tú helst ikki hava sex við øðrum, meðan útbrotið er. Best er at bíða nakrar dagar eftir, at sárini eru lekt.

Um tú hevur illgruna um, at tú hevur HSV2, kanst tú venda tær til tín kommunulækna. Læknin kann pota sárini ella bíleggja eina blóðroynd. Tú kanst eisini fáa antiviralan heilivág, ið helst skal takast beinanvegin, tá útbrotið byrjar. Hetta kann stytta um tíðina, ið útbrotið er, og kann í summum førum gera útbrotið mildari. Um tú ert smittað/ur, kanst tú tíverri ikki sleppa av við virusið aftur. Tú hevur tað í kroppinum fyri lívið. Tó er tað sera ymiskt frá persóni til persón, hvussu ofta og í hvønn mun ein hevur útbrot.

Kynsvortir / HPV

Kynsvortir kallast eisini kondylomir ella HPV. HPV er stytting fyri Human papillomavirus.

Tað eru yvir hundrað sløg av HPV, og tað eru eini 40 sløg, sum kunnu geva HPV á kynsgøgnini.

Tey sløgini, sum oftast koma fyri, eru lágrisiko HPV, sum geva t.d. kynsvortir. Tey sløgini, ið eru meiri sjáldsom, eru hágrisiko HPV, og kunnu geva kyknubroytingar og sum í ringasta føri geva krabbamein.

Títtleiki

Kynsvortir er tann mest vanliga kynssjúkan í Darnmark. Smittan sæst serliga millum ung.

Smittuleið

Kynsvortir smitta við kynsligt samband, harvið slímhinnusamband og við kontaktsmittu, tvs. húð móti húð. Sjúkan kann eisini smitta frá hond til kynsgøgn.

Við oralsex kann man smitta frá kynsgøgnum til munn og umvent.

Bæði kvinnur og menn kunnu smittast. 

Sjúkueyðkenni:

Nógv fáa ikki sjúkueyðkenni. Sjúkueyðkennini fyri kynsvortir eru flatir knubbar tætt saman á húðini rundan um kynsgøgnini. 

Hjá monnum síggjast kynsvortir á penis, á punginum, við urinrørið og rundan um endatarmin.

Hjá kvinnum síggjast kynsvortir á vulva, runt um vagina, við urinrørið, á millumkjøtinum og rundan um endatarmin.

Knubbarnir kunnu eisini sita um munnin hjá báðum kynum.

Onnur sjúkueyðkenni eru sviði, skriði, sár, og man kann vera eymur í nevndu umráðum.

Hít verjir tíverri ikki 100% móti HPV, tí virus kann eisini sita í húðini rundan um kynsgøgnini.

Hágrisiko HPV gevur ikki sjúkueyðkenni, og tí kunnu bæði menn og kvinnur vera smittað uttan at vita tað.

Fylgjur

Um man fær lágrisiko HPV tvs. kynsvortir, so er torført at koma av við tær aftur. Um man fær hágrisiko HPV og hevur kyknubroytingar, so kann tað í síðsta enda føra til krabba í lívmóðurhálsinum, vulva, anus, penis, hálsinum og í tunguni.

Tað finst tíðanbetur ein koppseting fyri HPV, ið fyribyrgir lívmóðurhálskrabba og kynsvørtum. Hendan koppsetingin er í barnavaccinationsprogramminum, og tað er viðmælt øllum 12 ára gomlum gentum og dreingjum at blíva koppsett..

Lívmóðurhálskrabbi er orsøkin til, at vit í Føroyum bjóða kvinnum screening fyri kyknubroytingar. Kvinnur verða innkallaðar til hesa kanning, tá tær eru millum 23 og 25 ár. Tá ger læknin eina gynækologiska kanning og tekur eina kyknuroynd frá lívmóðurhálsinum.

Viðgerð

Læknin staðfestir sum oftast kynsvortir við at hyggja eftir kynsgøgnunum. Læknin kann eisini taka royndir frá vørtunum.

Kynsvortir er ein av teimum kynssjúkunum, ið ikki kunnu viðgerast soleiðis, at tær hvørva heilt. Kynssjúkan er torfør at fáa burtur og kemur ofta skjótt aftur. Viðgerð er t.d. krem ella lasaraviðgerð.