KYNSSJÚKUR OG FYRIBYRGING Í FØROYUM
Nú er VIKA SEX fyri framman, og Kyn skipar aftur í ár fyri seksualundirvísing á føroysku miðnámsskúlunum.
Eisini skipar Kyn fyri almennum tiltaki í Perluni í Tórshavn hóskvøldið 9/2, ið eisini er í viku 6.
Vit seta hesa ferð fokus á kynssjúkur og fyribyrging í Føroyum, og hava í tí samband tørv á at vita meira.
Kanningin tekur uml. 1-2min, og tú ert sjálvandi dulnevnd/ur.