Vit sóknast eftir undirvísarum til seksualundirvísing

Hevur tú hug til at undirvísa ungum í seksualundirvísing?

 

Kyn er eitt felag, ið við m.a. seksualundirvísing hevur til endamáls at kunna um kropp, kenslur, fyribyrging, rættindi og onnur seksuel evnir og soleiðis skapa betur trivna millum føroysk ung.

Vit leita eftir fleiri ágrýtnum og dugnaligum undirvísarum at leggja afturat okkara toymi.

Arbeiðið er sjálvboðið, og tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir við ungum og undirvísing. Øll eru vælkomin at søkja, óansæð yrki, men tú skalt vera millum 20 og 35 ár.

 

 

Tú fært:

– møguleika at undirvísa ungum á miðnámsskúlum runt um í landinum

– fakliga og metodiska undirvísing (sum er kravd), og tú verður mentur sum undirvísari

– lut í einum felagskapi, har onnur ung, saman við royndum fólki innan økið, fara at útbúgva og brynja teg til at gerast seksualundirvísari.

 

Væntað verður av tær:

– at tú ert ágrýtin og áhugaður í at ogna tær vitan innan kropp og seksualitet

– at tú vilt vera ein partur av einum felagskapi, ið ynskir at tryggja góða seksualundirvísing fyri ung í Føroyum

– at tú vilt menna og styrkja tað fakliga og sosiala í hesum undirvísingarbólki

 

Útbúgvingarætlan:

Áðrenn tú byrjar at undirvísa, skalt tú ígjøgnum eina undirvísingarætlan á uml. 25 tímar. Harumframt skal tú lesa tilfar, ið tú fært útflyggjað eftir setanina.

 

Undirvísingin fer fram í trý vikuskifti í Tórshavn í 2023:

07.-08.oktobur, 28.-29.oktobur og 18.-19.novembur.

 

Kravt verður, at umsøkjarin luttekur øll vikuskiftini. Harumframt skal umsøkjarin hava møguleika fyri at undirvísa til VIKA SEX 2024, ið er 5.-9. feb. 2024.

 

Umsóknin

Umsóknin skal sendast til e-mail: kyn@kyn.fo. Umsóknarfreist er mikudagin 30.aug. kl.12.

Umsóknin skal innihalda stutta lýsing av tær og tíni motivatión fyri at søkja – hvat tú væntar og tínar royndir. Saman við umsóknini skal tú senda eitt CV.

 

Samrøður verða hildnar 6. og 7. septembur í Tórshavn.

 

Hevur tú spurningar viðvíkjandi umsóknini ella undirvísingini, skriva so endiliga til: kyn@kyn.fo

 

 

Vinarliga

 

Kyn nevndin,