VIKA SEX 2024 – Alment tiltak um Fyrstu Ferð

VIKA SEX 2024 – Alment tiltak um Fyrstu Ferð

Vika Sex hevur verið eitt afturvendandi átak í nøkur ár, har ljós hevur verið varpað á seksuel evni fyri at styrkja seksuella heilsu og trivnað. Aftur í ár fer Kyn út á miðnámsskúlarnar at hava seksualundirvísing í sambandi við Viku Sex. Hetta er fimta árið á rað, at føroyskir miðnámsskúlanæmingar fáa undirvísing í evnum sum…

Sí meira

Vit leita eftir undirvísarum!

Vit sóknast eftir undirvísarum til seksualundirvísing Hevur tú hug til at undirvísa ungum í seksualundirvísing?   Kyn er eitt felag, ið við m.a. seksualundirvísing hevur til endamáls at kunna um kropp, kenslur, fyribyrging, rættindi og onnur seksuel evnir og soleiðis skapa betur trivna millum føroysk ung. Vit leita eftir fleiri ágrýtnum og dugnaligum undirvísarum at…

Sí meira

Kynssjúkur og fyribyrging

KYNSSJÚKUR OG FYRIBYRGING Í FØROYUM Nú er VIKA SEX fyri framman, og Kyn skipar aftur í ár fyri seksualundirvísing á føroysku miðnámsskúlunum. Eisini skipar Kyn fyri almennum tiltaki í Perluni í Tórshavn hóskvøldið 9/2, ið eisini er í viku 6. Vit seta hesa ferð fokus á kynssjúkur og fyribyrging í Føroyum, og hava í tí…

Sí meira

Kyn nevndin

Nýggja Kyn nevndin   Tann 28.04.2022 varð aðalfundur í Kyn.   Fleiri evni vóru umrødd, so sum vika Sex 2023 og framleiðsla av fleiri stuttfilmum til undirvísing. Á fundinum vóru fylgjandi broytingar í nevndini.   Fráfarandi úr nevndini: Laila Neshamar, læraralesandi Oddvør Dahl Lauritsen, sjúkrarøktarfrøðingur   Nýggj í nevndini eru:  Birita Poulsen, lærari og námsfrøðiligur…

Sí meira

Nýggj heimasíða

Vit hava leingi ynskt okkum eina nýggja heimasíðu, og hava nú, í samstarvi við Nudlavirkið, fingið hana.   Her fara vit at leggja viðkomandi tíðindi út, til tykkum sum hava hug at fylgja við. Eisini fara okkara filmar at koma út her so hvørt, so at almenningurin kann fáa gleði av teimum

Sí meira

Kyn vitjar Gentuvesið fyri aðru ferð

Í dag hava Helena Heðinsdóttir Jørgensen og Bjørg Clementsen frá Kyn verið á vitjan í sendingini “Gentuvesið”.   Helena og Bjørg prátaðu um viku Sex, og svaraðu upp á tvístøður ið tey sum lurtaðu sendu inn. Innsendu tvístøðurnar snúðu seg í høvuðsheitum um kenslur, sex og samlív.   Hug at lurta eftir sendingini? Trýst her

Sí meira

Kyn á vitjan í gentuvesinum

Í dag hava vit verið á vitjan í Gentuvesinum.   Gentuvesið er eitt poddvarp, har Annika Dalsgaard og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir eru vertar.   Bjørt Lind, Bjørg Clementsen og Maria Reynstind vóru gestavertir. Vit fingu eitt gott prát um seksualundirvísing, og svaraðu upp á spurningar frá teimum sum lurtaðu eftir sendingini.   Um tú hevur…

Sí meira

Nýggj nevnd vald

Kyn hevur skipað seg í nýggja nevnd.   Á myndini sæst tann nýggja nevndin hjá Kyn. Bjørt Lind og Marin í Dali hava verið við frá byrjan, og nýggjar eru Maria Reynstind, Christa R. Weihe, Laila Neshamar og Oddvør Lauritsen. Fráfarandi er Turið Hermansdóttir, ið flytur aftur til Danmarkar – vit ynskja henni blíðan byr.…

Sí meira