Hvat er Kyn?

Kyn er eitt politiskt og átrúnaðarligt óheft felag, ið bleiv stovnað í 2019 av Marini í Dali, lækna. Kyn hevur sum endamál at fremja seksualundirvísing, á ein læknavísindaliga grundaðan hátt, fyri at betra um trivnað og seksuella heilsu millum føroysk ung.

 

Vika SEX

Átakið, Vika Sex, hevur verið í nøkur ár í samstarv við Almannamálaráðið, Fólkaheilsuráðið, Amnesty Føroyar, Gigni, Tjaldurs Apotek og Føroya Politi. Í 2020 byrjaði Kyn sítt virksemi í viku seks, tá Kyn stóð fyri seksualundirvísing fyri øllum miðnámsskúlanæmingum í Føroyum. Fyrsta árið vóru 8 undirvísarar, og átakið var sera væleydnað sambært næmingum og fyriskiparum. Síðani er felagið vaksið, og Kyn endurtók átakið í viku seks 2021, og aftur í 2022. Í dag eru 15 aktivir limir, ið allir hava lokið undirvísingarskeið, ið Kyn hevur staðið fyri í góðum samstarvi við Sex og Samfund (DK). Alt arbeiðið er sjálvboðið, og flestu undirvísararnir eru millum 20-30 ár við fakligari bakgrund innan læknavísind, sálarfrøði ella námsfrøði.

 

Kyn á sosialu miðlunum

Kyn bjóðar seksualundirvísing í flokkshølunum og á sosialum miðlum. Kyn hevur sum konsept, at tað eru ung sum undirvísa ungum, og vit eru har, tey ungu eru. Tískil eru vit eisini virkin á sosialu miðlunum, og serliga á Instagram, har vit í skrivandi stund hava uml. 1600 fylgjarar. Á instagram hava vit eitt afturvendandi átak ið vit kalla “Fakta fríggjadagur” har vit (næstan) hvønn fríggjadag seta sjóneykuna á eitthvørt evni, ið hevur við kroppin at gera.