Afturvendandi átakið Vika SEX

 

Átakið, Vika Sex, hevur verið í nøkur ár í samstarv við Almannamálaráðið, Fólkaheilsuráðið, Amnesty Føroyar, Gigni, Tjaldurs Apotek og Føroya Politi. Í 2020 byrjaði Kyn sítt virksemi í viku seks, tá Kyn stóð fyri seksualundirvísing fyri øllum miðnámsskúlanæmingum í Føroyum. Fyrsta árið vóru 8 undirvísarar, og átakið var sera væleydnað sambært næmingum og fyriskiparum. Síðani er felagið vaksið, og Kyn endurtók átakið í viku seks 2021 og aftur í 2022. 

 

Átakið er sera væl móttikið, og okkara undirvísarar møta glaðum og virknum ungum, ið eru fegin at taka ímóti okkum, og sum gjarna luttaka í undirvísingini.