Kyn hevur skipað seg í nýggja nevnd.
Á myndini sæst tann nýggja nevndin hjá Kyn.
Bjørt Lind og Marin í Dali hava verið við frá byrjan, og nýggjar eru Maria Reynstind, Christa R. Weihe, Laila Neshamar og Oddvør Lauritsen. Fráfarandi er Turið Hermansdóttir, ið flytur aftur til Danmarkar – vit ynskja henni blíðan byr.
Nevndin er skipað soleiðis:
Bjørt Lind, forkvinna
Marin í Dali, næstforkvinna
Christa R. Weihe, skrivari
Oddvør Lauritsen, kassameistari
Laila Neshamar og Maria Reynstind, SoMe ábyrgdarar
Nógv spennandi liggur fyri framman, og nevndin er fús at fara í gongd við nýggjar verkætlanir.