Vit í Kyn hava í ár framleitt egið undirvísingartilfar, at brúka í undirvísingini.
Talan er í fyrstu atløgu um ein stuttfilm, ið handlar um kropsfatan og sosialir miðlar.
Tilfarið er partur av størri verkætlan, og ætlanin er at framleiða fleiri stuttfilmar, ið skulu kunna nýtast í seksualundirvísing. Tað eru føroysk ung sum hava verið við til at gjørt tilfarið.
Marin í Dali var í sendingini Góðan Morgun Føroyar og greiddi frá um verkætlanina.
Sendingin kann hoyrast her